Trump og Putin skulu tosa saman í morgin

Sambært Trump er longu tosað um at "býta ognir" í tingingunum um Russland og Ukraina.

Trump tosar við tíðindafólk umborð á Air Force One tíðliga í morgun okkara tíð. Her sigur hann millum annað, at hann kanska boðar frá onkrum nýggjum í morgin um samrøður viðvíkjandi Russlandi og Ukraina. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skal týsdagin tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað segði Trump tíðliga í morgun okkara tíð við journalistar umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Eg fari at tosa við Putin forseta týsdagin. Stórt arbeiði er gjørt um vikuskiftið, segði Trump, tá hann var á veg úr Washington, D.C. til Florida.

- Vit fáa at síggja, um vit kunnu steðga hesum stríðnum. Kanska kunnu vit, kanska ikki, men eg haldi, at vit hava ein sera góðan møguleika, sigur hann.

Trump sigur eisini, at hann kann hava okkurt at "kunngera" týsdagin viðvíkjandi seinastu umrøðunum um Russland og Ukraina.

Hann greiðir tó ikki nærri frá, hvat slag av fráboðan hetta kann vera.

- Vit fara at tosa um jørð, vit fara at tosa um virki. Eg haldi, at nógv av tí longu hevur verið umrøtt nógv av báðum pørtum, Ukraina og Russlandi. Vit tosa longu um tað, býtið av ávísum ognum, sigur Trump.

Júst nær Trump og Putin fara at tosa, er ikki kunngjørt.

USA legði í síðstu viku fram uppskot um vápnahvíld í 30 dagar.

Ukraina tekur undir við uppskotinum, meðan Putin hevur sagt, at hann fer at taka undir við uppskotinum undir ávísum treytum. Sambært Reuters roynir Trump nú at vinna Putin undirtøku fyri uppskotinum.

Bæði Russland og Ukraina hava framt loftálop móti hvørjum øðrum um vikuskiftið.

Væntað varð, at Trump og Putin fóru at tosa saman í vikuni.

Í gjár segði amerikanski serligi sendiharrin í Miðeystri, Steve Witkoff, at hann væntar, at Trump og Putin fóru at tosa í vikuni.

Tað segði hann eftir ein fund við Putin.

Stríðið byrjaði við álopinum hjá Russlandi á Ukraina 24. februar 2022.

 

/Ritzau/

 

Trump tosar við tíðindafólk umborð á Air Force One tíðliga í morgun okkara tíð. Her sigur hann millum annað, at hann kanska boðar frá onkrum nýggjum í morgin um samrøður viðvíkjandi Russlandi og Ukraina. - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix