Donald Trump er formliga valdur til næsta forseta í USA eftir uppteljingina av atkvøðunum í kongressini.
Tað sigur fráfarandi varaforsetin, Kamala Harris, sum eisini er forkvinna í senatinum, sum vísir sjónvarpsmyndir frá kongressini í Washington D.C.
Republikanski Trump hevur fingið 312 val atkvøður av tilsamans 538 atkvøðum.
Trump stillaði upp ímóti demokratinum Kamalu Harris. Hon fekk 226 val atkvøður, staðfestir Harris sjálv av røðarapallinum í kongressini.
Meðan Trump gerst næsti forseti í USA, verður J.D. Vance næsti varaforseti í USA.
Hann fekk eisini 312 atkvøður frá valnevndini.
/Ritzau/