Donald Trump boðar frá tjóðskaparligar orkukreppu í USA.
Tað sigur hann í setanarrøðu síni stutt eftir at hann varð tikin í eið sum landsins forseti.
- Inflatiónskreppan kom av ógvusligari meirnýtslu og hækkandi orkuprísum, og tí lýsi eg í dag eina landsorkukreppu, sigur hann.
Hann vil leggja dent á olju- og gassútvinning, sum er eitt greitt frávik frá veðurlagsvenda politikkinum hjá fyrrverandi forsetanum, Joe Biden.
Trump sigur, at USA fer at hava størstu goymslurnar av bæði olju og gassi, og at hann ætlar at gagnnýta báðar orkukeldurnar.
- Vit fara at bora, baby, bora, segði hann í røðuni.
Tað er ein endurtøka av eini útsøgn, sum hann segði á tíðindafundi 7. januar í Mar-a-Lago í statinum Florida.
Her legði hann dent á, at hann ætlar at rulla aftur eitt forboð móti nýggjum gass- og oljuboringum í stórum amerikanskum havøkjum.
Samstundis gjørdi hann greitt, at hann ongan fidus hevur til vindmyllur. Trump fer harvið at royna at tryggja, at ongar nýggjar vindmyllur verða bygdar í USA, varð boðað frá 7. januar.
Hann nevndi vindmyllur sum "rusk", sum er spreitt um alt amerikanska landslagið, og segði, at vindmyllur "gera hvalirar óðar í høvdinum."
- Vindorkan er tann dýrasti orkuformurin nakrantíð, sigur Trump.
Undir Biden-stjórnini varð sonevnda Inflation Reduction Act (IRA) sett í verk. Talan er um ein lógarpakka við stuðulsskipanum til millum annað útbygging av vindorku.
Trump fer at sleppa teirri ætlanini, hevur hann sagt. Og teir pengar, sum ikki longu eru brúktir, skulu brúkast til okkurt annað.
Danskar fyritøkur sum Vestas og Ørsted hava fingið ágóðan av lógarpakkanum.
Aftur í 2023 segði hann, at tað hevði beinleiðis ábyrgdina av "óvanligum politiskum undanvindi" fyri varandi orkuøkið.
/Ritzau/