Trý fólk lótu lív í ukrainskari bygd

Í russiskum álopi á ukrainska bygd fingu trý bjargingarfólk eisini løstir

Kharkiv-regiónin liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og myndin er frá einum øðrum álopi í økinum.

Í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at trý fólk høvdu latið lív og níggju vórðu særd í russiskum álopum á bygdina, Borova.

 

Borova liggur í Kharkiv-regiónini í landnyrðingspartinum av Ukraina, sum liggur nærindis markinum til Russlands.

 

Ukrainska verjumálaráðið segði í fyrstu atløgu, at tvey fólk vóru deyð í álopunum, men seinni varð talið dagført til trý.

 

Ein triði persónur doyði seinni á sjúkrahúsi av løstum.

 

- Upplýst verður, at trý bjargingarfólk vóru millum tey níggju særdu í russiska álopinum ukrainsku bygdina, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

 

 

Kharkiv-regiónin liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og myndin er frá einum øðrum álopi í økinum.