Nú er koyrandi aftur gjøgnum Kollafjarðartunnilin, sum hevur verið stongdur seinast sløku tveir tímarnar, tí eldur kom í ein bil inni í tunlinum.
Eingin fólkaskaði var, men bilurin er eftir øllum at døma kolaður upp.
Nógvur roykur var í tunlinum, sum rak norðureftir. Bilurin var staddur miðskeiðis inni í tunlinum, tá eldur kom í bilin.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at Landsverk hevur góðkent tunnlin, sum nú er opin aftur fyri ferðslu.