Fakfeløgini hava greitt víst sína ónøgd við uppskotið um at framskunda 70 ára pensjónsaldur. Hósdagin verður 1. maidagshald í Vágsbotni. Kanska samgongan fær eina heilsan við á vegnum...

Tunnilin longdi arbeiðslívið hjá nøkrum borgarum

Sum beinleiðis úrslit av Suðuroyartunlinum skulu øll, sum eru fødd eftir 1966, verða longri á arbeiðsmarknaðinum.

Fakfeløgini hava greitt víst sína ónøgd við uppskotið um at framskunda 70 ára pensjónsaldur. Hósdagin verður 1. maidagshald í Vágsbotni. Kanska samgongan fær eina heilsan við á vegnum...

Tað kostar øllum føroyingum, sum eru føddir eftir 1966 hægri pensjónsaldur, at lógin um Suðuroyartunnil verður samtykt. Eftir tí leisti, sum varð samtyktur í 2017, so kom pensjónsaldurin so líðandi upp á 70 ár, tá fólk, sum eru fødd eftir 1983, verða 70 ár. 

Fyri at bøta um haldførið, so var tað eitt krav frá Framsókn, at 70 ára pensjónsaldur varð framskundaður.

Eftir galdandi lóg um fólkapensjón, so er pensjónsaldurin hækkaður til 67,5 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1. juli 1957 og til 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1963. 

Síðani stendur í galdandi lóg um fólkapensjóns soleðis:

Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.

Stk. 3. Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrisfólkið fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.

Stk. 4. Fólkapensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. Fólkapensjónsaldurin verður ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá fólkapensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2.

Alt hetta er slept, og í staðin fyri at hava fimm ár í millum broytingina í pensjónsaldrinum upp á eitt hálvt ár, so var hetta kroyst saman í uppskotinum hjá landsstýrinum, so at pensjónsaldurin hjá teimum, sum eru fødd millum 1968 til 1972 hækkaði við fjórðingsári uppeftir, so at tey, sum vórðu fødd eftir 1. apríl í 1972 høvdu 70 ára pensjónsaldur.

Hetta hevur trivnaðarnevndin broytt soleiðis, at tað hendir eitt lítið sindur meira líðandi, sum tað sæst í talvuni niðanfyri:

##med2##

Fakfelagsrørslan er hart ímóti hesum uppskoti. Men skal tað samtykkjast, so krevur tað, at teir báðir flokkarnir, sum kalla seg fakfelagsvinarligir flokkar, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, standa saman og øll sum ein atkvøða ímóti ynski fakfelaganna og samtykkja egna lógaruppskot sítt. Tí her er eingin hjálp at heinta frá andstøðuni, sum heldur seg til lógina um fólkapensjón frá 2017 (sum sitandi samgonga samtykti), har tað longu er samtyktur ein leistur soleðis, at pensjónsaldurin kemur upp á 70 ár í 2050 í staðin fyri 2043.

 

Fakfeløgini hava greitt víst sína ónøgd við uppskotið um at framskunda 70 ára pensjónsaldur. Hósdagin verður 1. maidagshald í Vágsbotni. Kanska samgongan fær eina heilsan við á vegnum...