Upp til 43 prosent kunnu fáa tíðartreytaða pensjón

Sambært andstøðutingmonnum er uppskotið hjá landsstýrinum um tíðartreytaða pensjón illa grund

Sambært andstøðuumboðunum í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum kunnu upp til 43 prosent arbeiðsstyrkini koma undir tíðartreytaðari pensjón og harvið fáa lægri pensjónsaldur heldur enn hægri pensjónsaldur

Tað siga Johan Dahl og Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Beinir Johannesen og Árni Skaale, úr Fólkaflokkinum. Teir eru meirilutin í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum í málunum um lógaruppskot um hægri pensjónsaldur og um tíðartreytaða pensjón, sum landsstýrið er komið við aftaná.

 

Í áltinum frá trivnaðarnevndini siga andstøðutingmenninir soleiðis:

 

»Tann sokallaða tíðartreytaða pensjónin er eitt illa grundað og lítið gjøgnumarbeitt uppskot, sum kann úthola ein stóran part av endamálinum við uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.

 

Tað er í øllum førum komið fram í hoyringunum, at tað eru relativt nógv, sum kunnu fara at verða fevnd av hesi nýggju pensjónini.

 

Undir hoyringunum er komið fram, at tað er millum 30% og 43% av arbeiðsstyrkini, sum hevur eina yrkisútbúgving sum hægstu útbúgving, og tí eru møguligir kandidatar til hesa pensjónina.

 

Tað hevur heldur ikki í tilgongdini og í samband við hoyringarnar verið dult fyri, at hetta uppskotið er ein politisk avtala, sum skal tryggja, at eitt annað stórt mál verður gjøgnumført. Ta stóra málið er gerð av eini farleið til Suðuroynna. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið«.

 

Minnilutin í trivnaðarnevndini, samgonguumboðini Liljan Weihe úr Tjóðveldi og Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus úr Javnaðarflokkinum siga í sínum minniluta áliti í sambandi við tíðartreytaðu pensjonina, at við hesum uppskotinum verða treytirnar fyri at sleppa á pensjón hjá teimum, vit vanliga kalla arbeiðarar, betri, enn tær nakrantíð hava verið.

 

»Hetta uppskotið ger, at ófaklærd, ið hava verið á arbeiðsmarknaðinum síðani fólkaskúlan ella stutt aftaná, kunnu sleppa á pensjón, tá tey verða 66 ár, t.e. ein bati í mun til tey 67 árini, ið hava verið treytin, síðani fólkapensjónsskipanin varð sett í gildi, og sjálvandi eisini ein bati í mun til verandi og komandi pensjónsaldur.

 

Minnilutin metir, at við hesum uppskotinum verður ásannað, at nøkur hava verið longur á arbeiðsmarknaðinum enn onnur og hava samstundis í nógvum førum eisini havt meira slítandi arbeiðskor.

 

Minnilutin heldur tó, at tað rættasta hevði verið, at hesi fingu vanliga pensjón við øllum tí, ið hoyrir til, sum t.d. Samhaldsfasta og pensjónsuppsparing.

 

Minnilutin heldur eisini, at tað er ein avbjóðing, at hetta lógaruppskotið rakar rættiliga breitt, heldur enn at hjálpa teimum, ið hava mestan tørvin á at sleppa á pensjón.

 

Tí heitir minnilutin á landsstýrið um at skipa fyri, at hetta verður broytt, áðrenn tíðartreytaða pensjónin fær virknað«.

 

Er hald í tí, sum umboðini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum føra fram, so kunnu upp til 43 prosent av arbeiðsstyrkini við hesum fáa lægri pensjónsaldur heldur enn hægari pensjónsaldur.

 

Sambært andstøðuumboðunum í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum kunnu upp til 43 prosent arbeiðsstyrkini koma undir tíðartreytaðari pensjón og harvið fáa lægri pensjónsaldur heldur enn hægri pensjónsaldur