Tað upplýsir Tummas í Garði, varstjóri við læknafakligari bakgrund, fyri Kringvarpinum.
Bæði fólkini komu á sjúkrahúsið um vikuskiftið, og støðan hjá báðum er stabil, og teimum tørvar ikki intensiva viðgerð, sigur læknin við Kringvarpið.
Seinastu dagarnar hava tey annars gjørt klára nýggju koronudeidina, sum verður í nøkrum skúrum, sum verða settir upp í garðini millum Eygnadeildina og G-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Deildin er ikki klár enn, men væntast klár um einar 14 dagar, sigur Tummas í Garði við Kringvarpið. Tí verður A3 brúkt til koronudeild í løtuni, sigur Tummas í Garði.