Tað endaði 1-1, tá ið punktum seinnapartin varð sett fyri fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum.
TB hevði vitjan av B68. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og lítla løtu eftir steðgin legði heimaliðið seg á odda við fínum máli. Marley Blair spældi í vinstru til Samudeen Musah, sum streyk ígjøgnum og legði flatt innfyri. Og mitt fyri málinum var Marley Blair runnin, og hann stýrdi bóltin í málið.
Sum seinni hálvleikur leið kendist tað sum um, at gestirnir orkaðu betur, og kanska hevði TB hug at toga eitt sindur í bremsuna í roynd at verja leiðsluna.
B68 spælið hekk betur saman, toftamenn vóru ágangandi, og tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum frammanfyri Anders Tønnesen.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði B68 til 1-1. Á miðvøllinum var stríðsmaðurin Hanus Højgaard rættiliga eyðsýndur, og tað var hann, sum skoraði málið. Hann sneiddi seg leysan í vinstru og smekkaði til. Málverjin sá út til at hava tak á støðuni, men so misti hann bóltin umvegis stólpan og í málið.
Toftamenn hildu fram at trýsta, og Hanus Højgaard hevði eftir innlegg frá Fríða í Túni Petersen úr høgru heilt stóran møguleika at skora, men úr góðari støðu sendi hann bóltin omanfyri málið, og í øðrum støðum ofraðu TB verjuspælararnir seg fult og heilt, tá ið teir blokeraðu – eitt nú Gilli Rólantsson Sørensen og Ragnar Joensen.
Og meðan B68 spælararnir tevjaðu møguleikan at vinna fulla úrtøku og spentu álopsbogan, so var TB fleiri ferðir um reppið at skora sigursmálið. Innskifti Mikal Tummasarson rann seg fleiri ferðir leysan í vinstru, men hann kendist vera skeivt upp á bein, tá ið hann ferð eftir ferð kom í brotsteigin og royndi seg við høgra beini, og so fór bólturin skeivu megin stólpan.
Tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu ferð, sást tað á kropsburðinum, at báðir partar harmaðust meiri um, at tað ikki var eyndast at vinna fulla úrtøku, enn teir gleddust um at hava vunnið eitt stig.
Fríggjadagin fer TB at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, og tá fær B68 vitjan av B36.
B68 er á sjeynda plássi við átta stigum, og TB er á níggjunda plássi við seks stigum.
TB – B68 1-1 (0-0)
1-0: Marley Blair 48.
1-1: Hanus Højgaard 66.
Dómari: Bjarki Danielsen
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson Thomsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndendé Adama Guéye, Ragnar Joensen – Mohamed Samba, Eirikur Ellendersen, Amidou Diop, Eyðtór Eyðsteinsson, Marley Blair – Samudeen Musah
Gult kort: Jóhan Renéson Thomsen
Venjari: Sonni Óli Djurhuus
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Marjus Nón, Jákup N. Vilhelmsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Emanuel Kulege – Jóhan Josephsen
Gult kort: Jóhan Josephsen, Emanuel Kulege
Venjari: Jákup á Borg