Føroyska U18 manslandsliðið skal kappast í U19 HM endaspælinum komandi summar.
Føroyar vunnu alt avgerandi dystin um fimtanda plássið í EM endaspælinum í Montenegro.
Føroyar vunnu fyri løtu síðani 26-24 á Eysturríki. Í steðginum var Eysturríki annars á odda 13-11, men við góðum avriki í seinna hálvleiki greiddu okkara setningin, og rukku alt avgerandi málinum.
Føroyar skoraðu upp á 26 av 47 málmøguleikum, meðan Eysturríki skoraði upp á 24 av 38 málmøguleikum. Við neyvleiki høvdu okkara sostatt kunnað vunnið ein størri sigur í dag. Men tað er alt líkamikið nú. Teir hava rokkið stóra málunum, og tað skulu vit øll ynskja teimum tillukku við.
Eftir dystin var Jón Midjord kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum.
Við sekstanda plássinum endaði Eysturríki við svartaperi, og teir sleppa ikki til HM-endaspælið uttan so altjóða hondbóltssambandið, IHF gevur teimum eitt sonevnt: "Wildcard".
Føroyar endaðu sum nummar 15 av teimum 24 liðunum, ið kappast í U18 EM endaspælinum í Montenegro.
U19 endaspælið verður leikt í Slovenia komandi summar. Um okkara eru hepnir kunnu vit trekkja tvey ikki-evropeisk lið, sum ikki eru eins sterk og tey fremstu og næstfremstu evropeisku liðini, og so ber til at koma hampuliga langt í HM-endaspælinum.
Málskjúttar: Jákup Egholm 7/11, Jón Midjord 6/7, Magnus Arason 5/6, Rúnar Hammer 3/11, Lýðar í Dímun 2/5, Haraldur Karlsson 1/1, Fríði Holm í Innistovu 1/1, Pauli Rasmussen 1/3.
Bjargingar: Bjarni G. Jacobsen 5/12, Ingi Johannesen 6/23.