Hálvleikur er í U21 HM-millumbólki 3 í Katowice í Póllandi. Frakland er á odda 17-16 móti Føroyum.
Frakland var eitt skiftið á odda við fýra málum, 9-5. Tá tóku føroysku venjararnir leikbrá, og tað hjálpti væl. Okkara fingu fatur á fraklendingum eftir, men mistu tíverri bóltin í seinasta føroyska álopinum undan steðginum. Fraklendingar eru ikki mjúkir at strúka í verjuni, so hetta er ein harður dystur hjá okkara monnum.
Føroyar hava skorað upp á 16 av 23 málroyndum. Frakland hevur skorað upp á 17 av 22 málroyndum, og hevur verið eina tonn effektivari enn okkara menn.
Sterki franski verjuleikarin og liðskiparin, Mouhamadou Sidibe fekk reyða kortið fyri at koyra hondina í andlitið á Trúgva Hávardssyni. Tað gevur vónir um, at franska verjan verður nakað veikari tað sum er eftir av dystinum.
Málskjúttar: Óli Mittún 4/5, Niklas Gaard 4/6, Ísak Vedelsbøl 2/3, Rókur Ziskason 2/4, Trúgvi Hávardsson 1/1, Høgni Højsted 1/1, Tóki Fríðriksson 1/1, Búi Poulsen 1/2.