Ungur bilførari fekk koyriforboð

- Bilførarin noyðist at taka koyrikortið av nýggjum og sleppur ikki at koyra bil aftur, fyrr enn viðkomandi hevur tikið koyrikortið av nýggjum, sigur løgreglan.

 

Á Glyvursvegnum, har loyvda hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, hava nógvir bilførarar fingið bøtur, klipp í koyrikortið, treytaða frádøming, og onkur ungur bilførari, sum hevur havt koyrikortið í minni enn trý ár, hevur fingið koyriforboð. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at aftur í gjár varð ein bilførari tikin, tá hann koyrdi um hesar leiðir. Hetta var ein ungur bilførari, sum hevði havt koyrikortið í minni enn trý ár, og tá verða brot á ferðslureglurnar sektað harðari.

 

- Bilførarin varð máldur at koyra 97 kilometrar um tíman, og tað gevur koyriforboð hjá einum ungum bilførara, visti vaktleiðarin at siga. Bilførarin noyðist tískil at taka koyrikortið av nýggjum og sleppur ikki at koyra bil aftur, fyrr enn viðkomandi hevur verið uppi til nýggja koyriroynd.

 

Undir vanligum umstøðum, sum í hesum førinum, fær ein bilførarin eisini eina bót á 5000 krónur, men er talan um ungan bilførara, sum er lesandi og hevur lítla ella onga inntøku, kann søkjast um, at bótin verður minni.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í ferðslukanningum í gjár fingu eisini tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka handhildna fartelefon, meðan teir koyrdu bil.

 

Á løgreglustøðini verður lagt aftrat, at hetta annars hevur verið ein friðarlig nátt, soleiðis sum tað oftast er mitt í viku.