Eftir ætlan skuldu skúlarnir kring landið lata upp aftur mánadagin, og sum støðan er í løtuni, sær út til, at tann ætlanin fer at halda.
Tað sigur stjórin í undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen.
Hjalmar Hansen ger greitt, at undan skúlabyrjan hava skúlarnir kring landið fingið skriv frá undirvísingarstýrinum, har heitt verður á tey starvsfólk, ið antin halda seg hava verið í sambandi við onkran smittaðan, ella sum hava onkur sjúkueyðkenni, um at lata seg kanna fyri koronu, áðrenn skúlarnir lata upp aftur.
Í tíðarskeiðum undan sumamrfrítíðini vóru næmingarnir nógv við hús, og hetta var serliga galdandi í mánaðunum mars og apríl. Soleiðis verður kortini ikki, nú skúlarnir lata upp aftur, sigur Hjalmar Hansen, tí hesaferð vera næmingarnir í skúla.
Kortini kunnu væntast tillagingar, alt eftir hvussu umstøðurnar á einstøku skúlunum eru.
– Tað verður ikki blandað nógv millum flokkarnar, og tað verða ikki stórar samlingar á skúlunum. Haraftrat verður sjálvandi gjørt vart við reinføri og frástøðu og alt tað, sum hoyrir hartil, sigur Hjalmar Hansen.
Summi fak, so sum ítróttur, krevja vanliga, at næmingar eru nær við hvønn annan og hava kropsligt samband. Tað kann tó roknast við, at av tí at veðrið enn er gott, so verða ítróttartímar hildnir uttanfyri.