Tað sá annars soleiðis út í gjárkvøldið, sum at tað fór at vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar leygardagin, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá.
Men fleiri hava ivast í, um landsstýrismaðurin hevur heimild til at taka gjaldið av, tá tað er ásett við lóg, at tunnilin skal fíggjast við brúkaragjaldið til lánini og íløgan hjá landinum er goldin aftur.
Lánini eru goldin aftur, men ikki íløgan hjá landinum upp á 395 milliónir krónur.
Fyrsta var tað Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, sum staðfesti, at gjaldið kann takast av, tá bæði lánini og íløgan hjá landinum er goldin aftur. Seinni hevur Aksel V. Johannesen, táverandi løgmaður staðfest tað sama.
Tað ber sjálvandi til at broyta lógina, men tað er ikki gjørt, og tí kann gjaldið neyvan takast av, fyrr enn tað er gjørt. So tað man onkur hava minst Jørgen Niclasen á í gjárkvøldið, tí seinni í gjárkvøldið varð fráboðanin tikin av aftur heimasíðuni hjá tunlinum.