– Talið av teimum, sum eru smittað av koronu er stórt í fleiri londum, og tí liggur ov stórt trýst á sjúkrahúsum og intensivdeildum, sigur Tedros Ghebreysus, aðalskrivarin í Heimsheilsustovnurin WHO.
Støðan er serliga ring í londum á norðaru hálvkúlu, sigur hann og mælir soleiðis eisini til, at átøk verða sett í verk umgangandi, soleiðis at fleiri fólk ikki missa lívið óneyðuga.
Fleiri lond í Evropa hava seinastu tíðina herðað tiltøkini og sett strangari átøk í verk aftur fyri at avmarka smittuspjaðingina.
Í Danmark er støðan aftur vorðin trupul, eftir at fleiri eru smittað, og strangari átøk eru aftur sett í verk.
Fríggjadagin varð millum annað kunngjørt, at fólk ikki longur kunnu hittast í bólkum við fleiri enn 10. Skúlar, arbeiðspláss og ítróttarvirksemi fyri ung er undantikið.
Danir skulu nú eisini í masku, tá teir keypa inn ella vitja lista- og bókasøvn. Hetta er í fyrstu syftu galdandi til 2. januar 2021. Heldur ikki er loyvt at selja rúsdrekka í Danmark eftir klokkan 22.
Í Føroyum tykist tamarhald aftur vera á støðuni í løtuni, nú 12 eru smittað, 62 eru í sóttarhaldi og eingin er innlagdur ella deyður.