Óvanliga long kø eftir Marknagilsvegnum í dag

Tað tekur góðar fýra tímar at bíða

Aftur í dag standa nógvir bilar í kø til at sleppa til kanningarstøðina á Landssjúkrahúsinum, har hundraðtals føroyingar í hesum døgum lata seg kanna fyri covid-19. 

Bæði í gjár og í fyrradagin var køin long, men í dag er hon væl longri. Køin gongur í skrivandi stund allan vegin niðan eftir Marknagilsvegnum og framvið Glasir. 

Tað tekur eina góða løtu, inntil mann sleppur framat í Landssjúkrahúsinum. Fleiri, sum vit hava snakkað við, siga, at stóðu í kø í minsta lagi í fýra tímar í gjár. 

Her eru nakrar myndir frá í dag:

##med2##

##med3##

Køin á Tvøroyri er eisini sera long í dag. Heilt út um kirkjuna:

##med4##