Varðin Pelagic hevur fingið byggiloyvi

Talan er um loyvi til umstrídda útbygging á havnarlagnum á Tvøroyri

Í gjár handaði Tvøroyrar kommuna Ólavi Bjarkhamar, rakstrarstjóra á P/F Varðin Pelagic, byggiloyvið til ætlaðu byggingina av protein & lýsiverksmiðjuni.

 

Hesum boðar Tvøroyrar Kommuna frá í dag.

 

Tað var fyri júst tveimum árum síðani, at Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi til at víðka um teirra virksemi á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning.

 

Tað eru ikki øll, sum halda tað vera eitt gott hugskot at loyva Varðanum Pelagic at byggja út. Felagsskapurin "Livilig Kor" hevur leingi mælt frá at byggja út á havnarlagnum og í staðin finna eina aðra loysn. Í oktober søgdu tey úr Liviligum Korum soleiðis:

 

– Fær P/F Varðin Pelagic sítt virksemi góðkent og endaligt byggiloyvi til ætlanina um bygging av lýsi- og mjølverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri, verður málið stevnt. 

 

Les meira um tað HER.

 

Verandi uppisjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic tekur ímóti móti makreli, sild, svartkjafti, lodnu, gullaksi og øðrum uppsjóvarfiski, sum m.a. verður skorin til flak og frystur.

 

Varðin Pelagic ætlar at víðka virksemið til eisini at framleiða fiskaprotein og lýsi burtur úr avskurði og fráskildum fiski frá verandi framleiðslu og í ávísum førum frá heilum ella pørtum av lastum, sum verða landaðar til virkið. Harumframt framleiðir virkið súrløgu frá fiski og avskurði frá framleiðsluni. Við nýggju framleiðsluni verður allur avskurður og onnur restrávøra frá verandi framleiðslu gangnýtt.

 

Í sambandi við verkætlanina skal millum annað nýggj útfylling gerast, har goymslubygningur til protein og lýsi skal byggjast, og skal verandi bygningur leingjast umleið 16 m í ein eystan. Eisini skal ein orkumiðstøð við tilhoyrandi 60 m høgum skorsteini gerast. Harumframt skal gerast ein goymsla til kemikalii, goymslutangar til protein og lýsi umframt tangar til súrløgu og meyrusýru.

 

Á myndini niðanfyri: Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri hjá P/F Varðin Pelagic fær handa byggiloyvið frá Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri:

 

##med2##