Í dag verður heitt á borgarar undir Gøtueiði um fyribils at spara upp á vatnið.
Sum skilst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu er vatntrot undir Gøtueiði í løtuni.
- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, verður lagt aftrat.
Býligurin í Eysturkommunu, sum kallast undir Gøtueiði, liggur beint innan fyri Skipanes.