VB 120 ár á baki

Í dag var hugnaløta vesturi á Eiðinum í Vági, har øll vóru boðin, ið høvdu hug at heiðra VB á 120 ára degnum.

Fólk hittust seinnapartin við Ítróttaháskúlan og so fóru tey í skrúðgongu vetur í VB høllina, har ymiskt gott var at fáa, og spøl og kappingar vóru at stytta sær stundir við.

Eisini vórðu eldri VB’arar heiðraðir, og hesi vóru Jonhild Kjærbo, Sævar Halldórsson og Jórun Vinther. Bogi Mortensen fekk eisini heiður frá nevndini í VB.

VB varð sett á stovn í 1905 og var fótbólts- og hondbóltsfelag, men síðani FC Suðuroy sá dagsins ljós, hevur VB verið hondbóltur.

Myndir: Bárður Augustinussen Ba_photography