Klokkan 11 spælir føroyska U19-kvinnulandsliðið fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro. Dysturin verður ímóti Rumenia.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Týskland og Spania, so talan er um ein sera sterkan innleiðandi bólk Føroyar eru endaðar í.
Rumenia er risastórur favorittur. Av teimum fýra veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin er tað bara tvær, ið lata odds upp á ein sigur til Rumenia. Hjá tveimum veddingarfyritøkum er tað givið, at Rumenia vinnur, og tí lata tær ikki odds upp á ein rumenskan sigur.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 15,00 og 21,00. So Føroyar eru veruliga undirtippaðar.
HER eru oddsini:
##med2##