H71 skrivar á facebookvanga sínum:
- Rasmus Rygaard Poulsen verður venjari hjá kvinnum og ungdóminum hjá H71
Vit í H71 eru fegin um at, Rasmus Rygaard Poulsen hevur gjørt avtalu við H71 um, at hann verður høvuðsvenjari hjá H71 kvinnum, 1. deild og G18. Somuleiðis skal hann venja og menna ungdómin hjá felagunum.
Rasmus er 38 ára gamal, útbúgvin ítróttarpedagogur og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Í 2016 tók Rasmus EHF Master Coach-útbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving innan hondbólt. Sama ár var hann hjálparvenjari hjá rumenska CSM Bucureşti, tá ið liðið vann Champions League.
Umframt at hava bæði Master Coach-útbúgving og vunnið Champions League, hevur Rasmus eisini verið venjari hjá Ajax København, Skövde HF, SCM Ramnicu Valcea og sum ungdómslandsliðsvenjari í bæði Slóvakia og Rumenia.
Vit hava tosað við komandi høvuðsvenjaran hjá kvinnuliðnum og spurt hann, hvat hann gleðir seg mest til við at gerast partur av H71:
"Eg gleði meg til at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum sum er í Føroyum, har eg síggi H71 sum ein av størstu aktørum bæði há kvinnum og monnum. Frá teimum yngstu til tey elstu, er stórt potentiali og talent, sum eg gleði meg nógv til at seta mín dám á - og saman at halda fram við hesum fantastiska hondbóltsævintýri."
Um sín leiklut sum bæði høvuðsvenjari og sum ein týðandi partur av menningini í felagnum sigur Rasmus:
"Eg haldi, at hesin leisturin hóskar til tann persón og venjara, eg eri í løtuni í míni karrieru. Eg gleði meg til at standa á odda fyri teimum elstu liðunum, har menning fer fram og úrslit verða skapt. Í dagliga arbeiðinum við ungdóminum virðismeti eg høgt at síggja og arbeiða við hondbóltselskandi børnum og teirra passion og gleði."
Forkvinnan hjá H71, Anna Dam, sigur um setanina av Rasmusi sum høvuðsvenjara hjá H71:
Eg eri sera væl nøgd við, at vit fáa Rasmus til H71. Rasmus kemur við drúgvum royndum, sum eg eri vís í, at vit fara at fáa stóran ágóða av. Eg eri sera stolt av menningini, sum vit sum felag eru í, og eg eri vís í, at Rasmus kann hjálpa okkum at taka enn fleiri stig í á somu kós. Skrivar H71.