HSF skrivar:
- U19-kvinnur: Spældu upp við Rumenia
Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum í EM-endaspælinum var góðkendur. Føroyar góvu Rumenia skarpan gang, og var dysturin ikki veruliga avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, tá Rumenia dróg frá. Úrslitið gjørdist 31-25 til Rumenia, eftir at tær vóru frammanfyri 14-13 í hálvleikinum.
Føroyar fingu eina frálíka byrjan uppá dystin og løgdu seg á odda 8-4 eftir 15 minuttir. Álopsspælið var væl umhugsað, tað gekk væl at koma til málmøguleikar og skoraðu okkara eisini væl. Í verjuni vóru okkara ágrýtnar og stóð Gylta á Neystabø heilt framúr í málinum. Villur snýktu seg tó í føroyska spælið í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, og át Rumenia skjótt føroyska leiðsluna upp. Liðini fylgdust tó næstu løtuna og fóru til hálvleiks við 14-13 til Rumenia.
Rumenia vísti dygdir í seinna hálvleiki, har Føroyar høvdu tað trupult fyrstu løtuna. Tær vardu betri og meira ferð var álopsspælinum. Okkara ernaðust tó og kom spenningur í aftur dystin. Marta Højgaard var ágangandi í føroyska álopsspælinum við fleiri góðum gjøgnumbrotum, meðan Silja Geirsdóttir Eystberg stóð fyri langskotunum. Spenningur var í dystinum til 5 minuttir restaðu, men okkara brendu nakrar málmøguleikar og so gjørdist munurin heldur stórur seinastu løtuna. Rumenia vann 31-25.
Eftir dystin var Marta Højgaard kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Marta gjørdi 5 mál og var ein støðug hóttan, serliga í seinna hálvleiki.
Dystargongdin Rumenia – Føroyar:
5 min. 1-3
10 min. 2-5
15 min. 4-8
20 min. 8-9
25 min. 11-10
30 min. 14-13
35 min. 17-15
40 min. 21-17
45 min. 22-19
50 min. 26-23
55 min. 28-25
60 min. 31-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4)
Marta Højgaard 5
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Joan Johannesen 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Katrin Hansen 1
Sára Berg á Lag 1
Mira Bendix Laursen 1
Karin Fossabrúgv 1
Mynd: HF Montenegro/Vuc Raicevic