Venjaraskifti í Premier League

Premier League: Leicester City hevur sett nýggjan venjara

Leicester City boðar í dag frá, at felagið hevur sett fyrrverandi venjarin hjá Nottingham Forest, Steve Cooper, sum venjara. Leicester er aftur í bestu deildini, eftir at hava vunnið The Championship.

 

Tað gekk annars strálandi hjá Leicester City í farna kappingarári og ætlanin var at Enzo Maresca skuldi halda fram sum venjari. Hetta broyttist tó, tá Chelsea bankaði upp á dyrnar. Við einum kekki upp á góðar 80 milliónir krónur fór London-felagið avstað við italska venjaranum hjá Leicester.

 

Leicester hevur síðani leitað eftir nýggjum venjara og valið fall á Steve Cooper, sum fyrr hevur verið venjari hjá Swansea og Nottingham Forest. 1. umfar í Premier League verður miðskeiðis í august.