Vestmanna kommuna fingið loyvi at søkkja tilfar úr bátahylinum

Umhvørvisstovan tikið avgerð um at veita Vestmanna kommunu treytað loyvi, til at søkkja 10.000 – 15.000 rúmmetrar av tilfari, í økinum frá Seglhúsinum og yvir ímóti pirinum sunnanfyri bátahylin í Vestmanna

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Vestmanna kommuna hevur 14. mars 2024 søkt Umhvørvisstovuna um loyvi til at søkkja tilfar, sum ætlanin er at taka upp úr bátahylinum í Vestmanna.

 

Loyvið er eitt nú treytað av, at Vestmanna kommuna skal leggja arbeiðið til rættis í samráð við Luna. Harumframt at um tilfarið vísir seg at vera dálkað, so skal arbeiðið steðgast alt fyri eitt og fráboðan sendast Umhvørvisstovuni, og somu treytir eru galdandi, um tað vísir seg, at alifiskurin verður ávirkaður av arbeiðinum hjá Vestmanna kommunu.

 

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 22. juli 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us(at)us.fo

 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

 

Les meira um at kæra her.

 

Loyvi til aftursøkking sæst her.

 

Kunngerðin sæst her.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Mynd: Birgir Waag Høgnesen