Viborg misti alt á gólvið í seinna hálvleiki

Jana Mittún og liðfelagarnir vóru leingi omaná móti Ikast-Herning, men tað glapp móti dystarenda

Í kvøld hava Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spælt fyrsta dystin í bólki 2 í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Viborg tók í kvøld móti Ikast-Herning á heimavølli. Viborg var á odda 16-11 í steðginum, og tær vóru í seinna hálvleiki á odda bæði 20-15 og 24-20. Men seinastu løtuna haltaði hjá Viborg. Útiliðið fekk veruliga høvdið fyri seg, og tað endaði við einum 30-28 sigri til Ikast-Herning. 

 

Jana skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Hon legði eisini upp til fimm mál (assist), og hon vann liðnum eitt brotskast.

 

Esbjerg er fremst í bólkinum við fýra stigum. Ikast-Herning hevur trý stig, meðan Viborg og Sønderjyske einki stig hava.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 skulu Jana og liðfelagarnir royna seg á útivølli móti verandi meistarunum, Esbjerg.