4. februar í 1983 - fyri 40 árum síðani - doyði heimsgitna amerikanska sangkvinnan, Karen Carpenter bert 32 ára gomul.
Hon mannaði árini millum 1969 og 1983 heimsgitna tónleika- og sangbólkin: "The Carpenters" saman við eldra bróðuri sínum, Richard Carpenter sum er føddur í 1946.
Á hesum yvirlitinum síggjast nøkur av teimum størstu hittunum "The Carpenters" sungu inn. Tey vóru á einum musikalskum sera høgum støði. Tey sum funnust at "The Carpenters" plagdu at taka til, at teirra útgávur og framførslur vóru alt ov reinar og snøggar. Men tey høvdu ein sera stóran fjepparaskara í mongum londum, og enn hoyrast løg hjá "The Carpenters" javnan í útvarpsstøðum víða hvar:
##med2##
Í samband við, at 40 ár eru liðin síðani heimurin misti framúr vøkru røddina hjá Karen Carpenter er komið út eitt lagatyssi á YouTube við nøkrum av hennara bestu sangum:
##med3##