Fyri 10. ferð i 10 dystum fingu Mikkjal K. Thomassen og AIK stig í einum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Sunnudagin spældi AIK javnt 0-0 í odda- og grannauppgerðini móti Hammarby. Heili 47.727 áskoðarar vóru til dystin á Strawberry Arena leikvøllinum.
AIK er fremst í deildini við 22 stigum. Hammarby hevur 21 stig á øðrum plássinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini, ið vísa, at AIK átti í mun til málmøguleikar at vunnið á Hammarby:
##med2##