Leiðarin fyri ítróttarráðið í Falklandsoyggjunum, Mike Summers er sera spentur upp á oyggjaleikirnar, ið vera í Føroyum á sumri í 2027.
Í samrøðu við sjónvarpið í Falklandsoyggjunum greiðir hann frá, at tey ætla at senda 85 fólk til leikirnar í Føroyum.
Men so leggur hann aftrat, at tað fer at krevja væl av fígging. Falklandsoyggjarnar liggja eystanfyri Argentina. So ferðin til Føroya verður drúgv.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Mike Summers:
##med2##