VIDEO: Fráfarandi tingformaðurin gevur lag út

(Video) Hoyr lagið "Nú farast allar rósur"

Jógvan á Lakjuni, sum um fáar dagar gevst í høga starvi sínum sum løgtingsformaður og fer úr politikki, hevur í sambandi við sín 70 ára føðingardag herfyri givið út sangin: "Nú farast allar rósur".

 

Hetta er yrking eftir danska skaldið, Emilie Thorup (1857-1890), sum Ismar Joensenúr Fuglafirði týddi so meistarliga í 1946.

Jógvan smíðaði lagið fyri einum 30 árum síðani og sigur, at hann altíð hevur droymt um sjálvur at geva tað út.

 

Klaverspælið eigur Finnur Hansen, og í strúkikvartettini, sum Eyðun á Lakjuni hevur arrangerað, spæla Jón Festirstein, Atli Ellendersen, Angelika Hansen og Tóri Restorff

Jacobsen.

 

Jógvan syngur sjálvur. Niclas Johannesen hevur produserað og Óli Poulsen mixað.

 

Sangurin, ”Nú farast allar rósur”, liggur á Itunes, Spotify og eisini á youtube:

 

##med2##