VIDEO: Gunnar og liðfelagarnir eru aftur fremst í Íslandi

(Video) Síggj málini frá dystinum KR-Víkingur Reykjavík 0-3 (0-3)

Í kvøld spældu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík dyst á útivølli móti KR á Meistaravøllinum í Reykjavík. Víkingur kundi við sigri taka oddasessin frá Breiðablik.

 

Tað eydnaðist í fult mát hjá Gunnari og liðfeløgunum. Upp á bara 27 minuttir skoraði Víkingur trý mál í fyrra hálvleiki, og so var "ballið búið", sum tey plaga at taka til í Íslandi. Gunnar var skiftur út í 79. minutti.

 

KR-Víkingur Reykjavík 0-3 (0-3)

0-1 Gísli Gottskálk Þórðarson ('11 )

0-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('22 )

0-3 Danijel Dejan Djuric ('38 , br.)

 

HER  ber til frá Vísir/Stöð 2 at síggja málini Víkingur skoraði móti KR.

 

Komandi mánakvøld klokkan 19.15 spælir Víkingur dyst á útivølli móti Fylkir.