Tað gongu sum eftir ánni hjá liðnum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Frammanfyri 27.079 áskoðarum á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi vann AIK 2-0 á Elfsborg. Heimaliðið gjørdi skjótt av. Longu í triðja minuttinum spældi John Guidetti bóltin til Johan Hove, ið var leysur í brotsteiginum, og hann sveik ikki. Klokkan vísti 18 minutti, tá Bersant Celina hegnisliga lyfti bóltin inn í brotsteigin til John Guidetti, ið stútaði bóltin í netið til 2-0.
AIK hevur nú fimm sigrar og ein javnleik í seks dystum, og tá er javnleikurin móti verandi meistarunum, Malmö FF. AIK er fremst í deildin við 16 stigum. Mjällby hevur 14 stig, og lokalu arvafíggindarnir í Stokkhólmi, Hammarby hava 13 stig.
Komandi sunnudag klokkan 13 verður stórdystur og grannauppgerð á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi. Tá tekur Djurgården ímóti AIK Stockholm frammanfyri 33.000 áskoðarum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Elfsborg 2-0 (2-0):
##med2##