VIDEO: Montenegro víðari til millumspælið við fýra stigum

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Póland-Montenegro 23-26 (12-12), og síggj dagsins EM-úrslit og málskjúttar

Í dag endaði innleiðandi umfarið í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti.

 

Í bólki D gjørdi tað eina vertslandið, Montenegro slætt borð við at vinna 26-23 á Pólandi. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Jovanka Radicevic skoraði heili 12 mál fyri Montenegro. 

 

Í sama bólki eydnaðist loksins Spania at vinna ein dyst. Spania vann 23-21 (11-10) á Týsklandi. 

 

Montenegro vinnur bólkin við seks stigum. Spania, Týskland og Póland endaðu øll við tveimum stigum. Póland endar uttanfyri millumspælið, tí tær hava tann ringasta málmunin. 

 

Í bólki C vann Frakland bólkafinaluna á Niðurlondum við 26-24 sigri. Í steðginum var Frakland á odda 14-12.

 

Í sama bólki vann Rumenia 31-23 (13-12) á Norðurmakedonia.

 

Frakland vinnur bólkin við seks stigum. Niðurlond eru nummar tvey við fýra stigum, Rumenia er nummar trý við tveimum stigum, og Norðurmakedonia endar aftast við ongum stigi.

 

Montenegro, Frakland, Niðurlond, Spania, Týskland og Rumenia fara víðari til Millumbólk 2: 

 

Støðan í Millumbólki 2 er, at Montenegro og Frakland hava fýra stig hvør, Niðurlond og Spania hava tvey stig hvør, og Týskland og Rumenia hava einki stig.

 

Fríggjadagin vera hesir dystirnir leiktir: Rumenia-Spania og Niðurlond-Týskland.

 

Úrslitini frá dagsins dystum: 

 

Bólkur C:

 

Frakland – Niðurlond 26-24 (14-12)

 

Frakland : Pauletta Foppa 4, Estelle Nze Minko 4, Alicia Toublanc 3, Grace Zaadi 3, Oceane Sercien 3, Laura Flippes 3, Orlane Kanor 3, Coralie Lassource 2, Tamara Horacek 1.

 

Niðurlond : Antje Malestein 9, Laura Van Der Heijden 5, Estavana Polman 3, Kelly Dulfer 2, Dione Housheer 2, Merel Freriks 1, Inger Smits 1, Zoe Sprengers 1.

 

Norðurmakedonia – Rumenia 23-31 (12-13)

 

Norðurmakedonia : Sanja Dabevska 7, Simona Madjovska 6, Jovana Sazdovska 3, Sara Ristovska 3, Leonida Gichevska 2, Emilijana Rizoska 1, Monika Janeska 1.

 

Rumenia : Cristina Neagu 10, Sonia Seraficeanu 5, Ana Maria Tarasie 3, Crina Pintea 3, Sorina Grozav 3, Eliza Buceschi 3, Bianca Bazaliu 2, Lorena Ostase 2.

 

Bólkur D: 

 

Póland – Montenegro 23-26 (12-12)

 

Póland : Monika Kobylinska 6, Kinga Achruk 4, Mariola Wiertelak 3, Karolina Kochaniak 3, Aleksandra Olek 2, Aneta Labuda 2, Aleksandra Rosiak 2, Natalia Nosek 1.

 

Montenegro : Jovanka Radicevic 12, Djurdjina Malovic 4, Ivona Pavicevic 4, Djurdjina Jaukovic 3, Tatjana Brnovic 2, Milena Raicevic 1.

 

Týskland – Spania 21-23 (10-11)

 

Týskland : Alina Grijseels 6, Lisa Antl 3, Xenia Smits 3, Jenny Behrend 2, Johanna Stockschlader 2, Meike Schmelzer 2, Luisa Schulze 1, Silje Petersen 1, Emily Bölk 1, Julia Maidhof 1.

 

Spania : Carmen Campos 6, Alexandrina Cabral 4, Jennifer Gutierrez 3, Paula Valdivia 2, Paula Arcos 2, Maitane Echeverria 2, Kaba Gassama 2, Alicia Fernandez 1, Almudena Rodriguez 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Póland-Montenegro 23-26 (12-12):

 

##med2##