Video: Reiley á grønbláa leyparanum í Liverpool

Í gjár byrjaði stóra tiltakið í Liverpool, Eurovision songkappingin, har føroyski Rani Petersen við listafólkanavninum Reiley, skal umboða Danmark í kappingini.

 

Øll umboðini fyri tey 37 londini trinu fram á grønbláa leyparanum, sum siður er. 

Í annaðkvøld verður fyrra hálvfinalan og hóskvøldið tann seinna. Og tá skal Reiley á pallin at kappast um at verða millum tey 10, sum sleppa víðari til endaligu finaluna leygarkvøldið. Pláss er fyri 26 londum í finaluni.

Í Danmark eru tey spent, tí Danmark hevur ikki havt umboð í finaluni síðani 2019.

Myndirnar hjá Ritzau tók Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##