Prestisjufulla grannauppgerðin í Flensburg millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen og liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel endaði við einum sigri til heimaliðið.
Í einum málríkum dysti vann Flensburg 36-33 á Kiel, og vann sostatt enn eitt "Nordderby", ið grannauppgerðin verður nevnd í Týsklandi. Í steðginum var Flensburg á odda 19-17. Talan var um Nordderby nummar 112 í søguni hjá bundesliguni.
Jóhan skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar, og hann legði eisini upp til tvey mál.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Á samandráttinum sæst ein genial fríspæling hjá Eliasi, og góð mál hjá bæði Eliasi og Jóhan:
##med2##