Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin skulu royna seg í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Köln, dagarnar 14. og 15. juni.
Füchse Berlin vann ein samlaðan 77-65 fjórðingsfinalusigur á Aalborg. Í kvøld vann Füchse Berlin 40-36 (21-20) í Aalborg.
Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Aalborg frá Eurohandball. Við 1:57 minuttir sæst Nils Lichtlein hegnisliga spæla bóltin til Hákun, ið tók av møguleikanum:
##med2##