Sunnudagin vann liðið, Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm greiðan 3-0 sigur á Degerfors á heimavølli á Strawberry leikvøllinum.
Andronikos Kakoullis skoraði tvey tey fyrstu málini í 30. og 64. minutti. Í tíðini dómarin legði aftrat staðfesti Bersant Celina sigurin.
AIK er triðfremst í deildini við 32 stigum. Mjällby er fremst við 34 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AIK og Degerfors:
##med2##