VIDEO: Uruguay og USA løgdu frá landi við sigrum

(Video) Síggj hvussu Uruguay og USA vunnu á Panama og Bolivia

Uruguay, USA, Panama og Bolivia manna innleiðandi bólk C í Copa America kappingini, ið er í USA í hesum døgum.

 

Uruguay og USA løgdu frá landi við sigrum.

 

USA vann 2-0 á Bolivia. Christian Pulisic og Folarin Balogun skutu málini í fyrra hálvleiki.

 

Maximiliano Araujo, Darwin Nunez og Matias Vina syrgdu fyri, at Uruguay vann 3-1 á Panama. Michael Amir Murillo reduseraði fyri Panama.

 

Mótsatt UEFA, so unnir suðuramerikanska fótbóltssambandið, COMNEBOL teimum, ið fylgja við at sleppa at síggja málini frá Copa America á Youtube. Hjá UEFA er tað ein heldur langur umvegur.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Uruguay-Panama 3-1 (1-0):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum USA-Bolivia 2-0 (2-0): 

 

##med3##