Seinnapartin klokkan 17 spæla tvey tey fremstu liðini í Betrideildini hjá monnum, Víkingur og KÍ.
Víkingur tekur móti EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu, og KÍ spælir móti B68 á Svangaskarði á Toftum.
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.
Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 3-0 og 4-0 á B68. Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið 3-1 og 4-0 á EB/Streymi.
Bæði Víkingur og KÍ eru - ikki óvæntað - risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar.
HER eru oddsini upp á dystin Víkingur-EB/Streymur:
##med2##
HER eru oddsini upp á dystin B68-KÍ:
##med3##