Sirið vil hava bløðini á TikTok

Eftir at undanfarna samgongan saboteraði lóg­ina um miðlastuðul, so var kanska ein lítil vón at hóma, tá hesi orðini vórðu feld í samgonguskjalið hjá hesari samgonguni:

Tjóðveldi 2024: Bløðini skulu sigla sín egna sjógv. Priv­at­ir miðlar kunnu kanska fáa stuðul, um teir flyta seg á am­er­ik­anskar ella kinesiskar pallar sum TikTok ella Facebook

»Miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.«

 

Men ta vónina hevur Sirið Stenberg væl og virð­i­liga køvt. Tí hon ætlar ikki at gera eina skip­an, sum hóskar til privatu miðl­ar­nar og harvið styrkir miðla­lands­lag­ið.

 

Tað vildi Jenis av Rana heldur ikki. Tí broytti hann skipanina eftir egnum høvdi, har eitt politiskt smaksdómarapanel skal gera av, hvat bløðini skulu skriva um og hvørji evni miðlarnir kunnu viðgera. Beint í­móti øllum fornufti og øllum sum frælsir miðlar standa fyri.

 

Nú er valskeiðið hálvrunnið, og tað hóm­ast eingin vón fyri, at hetta landsstýrið bøt­ir skaðan. Heldur tvørturímóti er ætlanin at gera skaðan størri.

 

Sum støðan er beint nú situr ein pol­it­iskt útpeikað nevnd hjá Sirið Stenberg og held­ur pengum aftur til privatar miðlar, sum ikki vilja upplýsa keldur og háttalag fyri nevnd­ini, og sum ikki gera arbeiðið so, sum nevndin vil.

 

Er hetta ætlanin hjá landsstýrinum við miðla­stuðl­i­num? Er hetta ein akademiskur frymil ella er hetta stuðul til miðlarnar at rinda lønir til starvsfólk í kapping við Google, Facebook, Tiktok og X, sum hvørki rinda mvg, skatt ella skapa arbeiðspláss í Før­oy­um?

 

Tað er ilt at síggja, hvat politikarar vilja við hesi skip­anini. Men greitt er, at Sir­ið Sten­berg vil sleppa bløðu­num upp á fjall og lata siðbundnu miðlarnar sigla sín egna sjógv. Hon hevur boðað frá, at hon ætlar at broyta miðl­a­stuð­ul­in til ein í­­verk­set­ar­a­stuðul og nýmenningarstuðul. Og hon ætlar, at verandi miðlar kanska kunnu sleppa at søkja, um teir leggja um til nýtt virk­semi og nýggjar platformar!

 

Álvartos! Vit hava eina lands­stýr­is­kvinnu hjá Tjóðveldi, sum vil strika før­oysk bløð og noyða tey á kinesiskar og amer­i­kansk­ar plat­for­mar sum TikTok og Face­book í staðin.

 

Spurningurin er so, um hetta er politikk­ur­in hjá samgonguni og hjá landsstýrinum, sum veljarunum ikki dámar. Og um hetta  er eitt symptom fyri politiska arbeiðslagið hjá sam­gong­uni, so er tað for­kláringin uppá, at veljarar streyma frá samgonguflokunum.

 

Tí bara at halda seg sjálvan vita best og ikki lurta eftir fólki, sum kanska vita betur, tað byggir ikki upp nakað álit. Tað er frægari at velja ein sum kanska lurtar enn ein sum slett ikki lurtar.

 

Tjóðveldi 2024: Bløðini skulu sigla sín egna sjógv. Priv­at­ir miðlar kunnu kanska fáa stuðul, um teir flyta seg á am­er­ik­anskar ella kinesiskar pallar sum TikTok ella Facebook