Í dag og í morgin verður 23. umfar í landskappingini í fótbólti. FM favorittarnir í Víkingi eiga klokkan 17 heimavøll ímóti EB/Streymi. Víkingur er topplið og stórfavorittur at vinna FM. Víkingur hevur 60 stig, og EB/Streymur hevur 19 stig. Fyrr í ár vann Víkingur 3-1 á útivølli og 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Triðja FM heitið er á trappuni hjá Víkingi, sum varð stovnað í 2008, og sum áður hevur vunnið tvey FM. Tað fyrra í 2016 og tað seinna í 2017. Í 2016 vann Víkingur við 60 stigum, og í 2017 vann Víkingur FM við 52 stigum, ið er lægsta stigatalið, sum FM er vunnið við, síðani skipanin við 27 umførum sá dagsins ljós í 2005.
Nú hevur Víkingur 60 stig, og heimasigur í dag ber við sær, at stigatalið verður hægri hjá Víkingi, enn tað nakrantíå áður hevur verið.
Umframt ímóti EB/Streymi í dag, so eigur Víkingur fimm aðrar dystir eftir at spæla. Mikukvøldið verður útsetti heimadysturin ímóti KÍ, og síðani eru mótstøðuliðini Skála (ú), ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h).
23. umfar
Í dag
Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 17.00
B68 – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 17.00
07 Vestur – B36: Alex Troleis kl. 18.30
Í morgin
NSÍ – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
HB – Skála: Rúni Gaardbo kl. 17.00
Víkingur | 21 | 20 | 0 | 1 | 64 | 10 | 60 |
KÍ | 21 | 17 | 0 | 4 | 44 | 19 | 51 |
HB | 22 | 16 | 0 | 6 | 44 | 19 | 48 |
NSÍ | 22 | 12 | 2 | 8 | 48 | 32 | 38 |
B36 | 22 | 9 | 6 | 7 | 46 | 37 | 33 |
07 Vestur | 22 | 8 | 3 | 11 | 28 | 50 | 27 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 1 | 15 | 25 | 42 | 19 |
Skála | 22 | 5 | 3 | 14 | 26 | 47 | 18 |
B68 | 22 | 3 | 5 | 14 | 14 | 39 | 15 |
ÍF | 22 | 1 | 4 | 17 | 21 | 65 | 7 |