Hugkveikjandi mattiltøk við Claus Meyer

Tiltøkini við Claus Meyer verða fríggjadagin, 4.oktobur, í Klaksvík

Húsarhaldsskúli Føroya skrivar, at í ár eru 50 ár liðin síðani Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn, og somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr ymiskum norðurlondum orðaðu og undirskrivaði eitt manifest (visjón) um norðurlendsku matmentanina, sum í stóran mun birti vaksandi áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum, sum vit síggja í Føroyum í dag.

 

Matkovin og Húsarhaldsskúlin ynskja at fagna týdningarmikla matarbeiðið, og skipa tí fyri tveimum íblástrartiltøkum við danska kokkinum og matslóðaranum, Claus Meyer, 4.oktobur í Klaksvík:

 

Frá 9.30 til 12.00 í Varpinum: Íblástrartiltak um burðardygga matgerð fyri starvsfólk í almennum og privatum stórkøkum https://www.atgongumerki.fo/.../claus-meyer-um...

 

Frá 13.00-15.00 á Skúlatrøð: Fyrilestur og kjak um norðurlendsku matmentanina

 

https://www.atgongumerki.fo/.../nordurlendska-matmentanin...

 

Møguleiki er at luttaka allan dagin, tó er neyðugt at tekna seg til bæði tiltøkini fyri seg á atgongumerki.fo, tí plássið er avmarkað. Luttøka til fyrra tiltakið kostar 250,- og fevnir um fyrilestur og staðbundnan miðmála, meðan seinna tiltakið er uttan luttøkugjald. Luttakarar frá stovnum, sum hava tørv á at gjalda við rokning, eru vælkominir at seta seg í samband við fyrireikararnar á hey@matkovin.fo ella hsf@hhs.fo