Landsstýrið vil nú hava Løgtingið til at endurnýggja heimildina til at avmarka virksemið hjá skeinkistøðum og matstovum. Tað er endamálið við einum uppskotið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Hann fekk hesa heimildina fyrr í ár, og hon varð eisini brúkt til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðunum.
Men hendan heimildin fór úr gildi aftur 31. august. Men nú hava vit aftur havt nakrar tilburðir av koronu, samstundis sum at jólaborðhaldini nærkast í hvørjum, eins og tað er væntandi, at nógv koma heim úr útlondum at halda jól.
Og tí heldur Helgi Abrahamsen, at tað er neyðugt at endurnýggja heimildina at avmarka virksemið hjá matstovum og skeinkistøðum.
Tað ber í sær, at heldur hann at tað er neyðugt fyri at forða fyri smittuspjaðing, kann hann bera so í bandi, at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur eina ávísa klokkutíð á kvøldið. Men hann kann eisini gera av at lukka tey heilt, ella at avmarka talið á gestum.
Men ger hann av at lukka skeinkistøð áðrenn klokkan tvey um náttina, hava tey krav upp á endurgjald fyri mistar inntøkur.
– Endamálið við hesum er at forða fyri, at ov nógv fólk savnast á matstovum og skeinkingarstøðum, sigur Helgi Abrahamsen.
Matstovur, sum selja lidnan mat at hava við, take away, eru ikki umfataðar av hesum.
Men talan er bara um eina fyribils heimild, Helgi Abrahamsen fær at avmarka virksemi, tí nýggjársaftan fer lógin úr gildi aftur av sær sjálvum.