Føroyingar skulu hava eitt talgilt koronupass á fartelefonini, sum teir kunnu vísa myndugleikunum, tá ið tað krevst.
Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og nú hevur hann spurt partamannin, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvat hann ætlar sær á hesum øki.
Landsstýrismaðurin skal svara beint eftir páskir og tá skal hann uplýsa, hvat slag av koppsetingarpassi, føroyingar fáa í dag og um tað lýkur øll altjóða krøv.
Landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá, um nøkur ætlan er at útvega fólki eitt talgilt koronupass við teimum neyðugu upplýsingunum og sum lýkur altjóða krøv so at tað eisini verður góðkent allastaðni.
Í hesum sambandi vil Johan Dahl eisini hava at vita um nakað samstarv er við danskar myndugleikar um at føroyingar og danir fáa eitt felags, talgilt, koronupass.
Johan Dahl vísir á, at nú vit hava klárað okkum so væl ígjøgnum hesa tíðina við koronu, eiga vit eisini at vera líka effektiv at brúka teir fyrimunirnar, sum vit hava av at vit verða koppsett. Her hugsar hann serliga um ferðafólkaflutningin ímillum Føroyar um umheimin.
– Tað er eisini nógv, sum bendir á, at flogfeløg skjótt fara at krevja at ferðafólki hava koronupass tá ið ferðaseðilin verður bílagdur. Tað er eisini hugsandi, at koronupass verður eitt krav fyri at sleppa á matstovur, ella til ymsar upplivingar.
Nú vit hava Talgildu Føroyar, mátti tað verið sjálvsagt, at vit fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til okkara borgarar, í staðin fyri at ganga runt við einum gulum pappírskorti, har vit sjálvu skrivar navn, føðingardag og p-tal á forsíðuna, heldur hann.
Hann heldur, at eitt talgilt koronupass, sum er altjóða góðkent, hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum fara at ferðast ímillum Føroyar og útheimin hesar næstu mánaðirnar, antin tað so er í arbeiðsørindum, ella í feriu.