Vil hava at vita um hann er koppsettur

– Og um han hevur brotið tilmælini um sóttarhald

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum er nú biðin um at greiða Løgtinginum frá um hann er koppsettur fyri koronu fyri at kunna røkja starvið sum landsstýrismaður, ella um hann ikki er koppsettur. Hann er eisini biðin um at greiða frá um hann hevur brotið tilmælini um sóttahald, ella ikki.

 

Tað er Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett honum ein formligan fyrispurning um hetta og tað skal landsstýrismaðurin so greiða Løgtinginum frá, áðrenn hesin mánaðurin er farin.

 

Hon vísir á, at longu í mai í ár kunngjørdi Jenis av Rana, at ætlar ikki at koppseta seg.  Men fyri eini góðari viku síðani, visti Dimmalætting, at siga, at hann hevði verið í einum brúdleypi, har tíggjutals fólk fingu koronu. Talan var um brúdleypið hjá partamanni hansara, Steffani Klein Poulsen, tingmanni fyri Miðflokkin.

 

Tað verður mælt til at fara í sóttarhald í 10 dagar, um ein ikki er koppsettur og hevur havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið koronu og nú vil Ingilín Didriksen Strøm hava at vita um Jenis av Rana er koppsettur, ella um hann hevur fylgt tilmælinum um at fara í sóttarhald.