Vil koppseta ein sera viðbreknan samfelagsbólk

Løgtingskvinna spyr landsstýrismannin, hvussu hann ætlar a tryggja tey

 

Sjúklingar, sum verða sendir uttanlands til serviðgerð, tola ikki nógv av. Tað staðfestur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og nú vil hon hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá, hvussu hann ætlar at verja fyri fyri koronu.

í hesum sambandi spyr hon landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at tryggja at sjúklingar, sum verða sendir uttanlands, og fylgjararnir hjá teimum, verða koppsettir fyri koronu. Hon vil somuleiðis hava at vita um starvsfólkið á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn eisini hava fingið tilboð um at verða koppsett.

Sirið Stenberg vísir á, at vit hóast korona gongur, senda vit framvegis sjúklingar til sjúkuviðgerð uttanlands. Nógv teir flestu verða sendir á Ríkissjúkrahúsið og fleiri av teimum eru sjúklingahotellinum ein part av tíðini - og tað eru fylgjararnir hjá teimum eisini.

Tað eru eisini fleiri, sum ferðast tíðum millum londini í sambandi í teimum førum, talan er um drúgvar viðgerðir.

Í Danmark eru tey hart rakt av koronu og sjúklingarnir, sum verða sendir uttanlands eru ein sera viðbrekin bólkur, vísir Sirið Stenberg á.