Vilja ikki seta seg í vanda fyri at sita í sóttarhaldi á jólum

Útisetar, sum høvdu ætlað sær heim at halda jól, setast nú aftur

Nýggi omikron-varianturin av koronu spjaðir seg sum skógareldur í londunum rundan um okkum og tí eru tiltøk eisini sett í verk í Føroyum í royndunum at tálma smittuspjaðingini her heima.

 

Tað er sjáldan, at tað koma so nógv fólk til Føroya, sum nú uppundir jól og eitt tiltak, sum er sett í verk, er, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri koronu. Og tað hevur givið úrslit, tí landslæknin hevur fortalt í Kvf, at koronu-tilburðir verða staðfestir í hvørjum einasta flogfari, sum kemur til Føroya. Umframt at tey eru sett í sóttarhald, verða eisini øll, sum hava sitið tætt við tey smittaðu, eisini sett í sóttarhald.

 

Tey, sum verða sett í sóttarhald, skulu sita í sjey dagar. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at hetta hevur fingið fólk at setast aftur. Fólk vilja ikki koma í ta støðu, at tey verða sett í sóttarhald á jólum og tískil hava tey avlýst at koma til Føroya á jólum. Hon sigur, at tað er ikki eitt so stórt tal á fólki, sum hava avlýst ferðaseðilin til Føroya, at tey fara at leggja nakað flogfar burtur ímillum. Men tað teru nøkur, sum avlýsa, tí tey vilja ikki koma til Føroyar at halda jól – fyri ístaðin at enda í sóttarhaldi á einum hotelkamari í Føroyum allar jóladagarnar.  

 

Eitt er tað, at tey sjálvi eru negativ, men tey kunnu vera so óheppin, at tey koma at sita í flogfarinum beint við onkran, sum hevur koronu, og so enda tey eisini í sóttarhaldi. Tað eru eisini nøkur, sum eru smittað við koronum eftir at tey hava keypt ferðaseðilin og sum sostatt eru sett í sóttarhald í Danmark.

 

Stjórin í Atlantsflogi sigur, at tey, sum avlýsa ferðina, missa ikki pengarnar, men tey fáa ein seðil upp á, at tey eiga ein ferðaseðil til góðar, sum tey so kunnu brúka seinni.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at tey hava ikki umhugsað at seta eina skipan í verk, har fólk verða kannað á flogvøllinum uttanlands, áðrenn tey koma í flogfarið til Føroyar fyri at minka um smittuvandan.

 

– Vit hava latið alt málið um kanningar upp í hendurnar á myndugleikunum, og so gera vit, sum myndugleikarnir siga, sigur Jóhanna á Bergi.