At umboða fólkið í Føroyum og okkara land er ein heiður uttan mun til, um tað er á fólkatingi, á løgtingi, í kommununi, í norðurlendskum samstarvi ella aðrastaðni úti í heimi.
Tí mást tú altíð gera títt allarbesta, um tú fær møguleikan.
Eg bjóði meg fram til fólkatingsvalið tí eg haldi meg hava nóg nógvar ymiskar royndir, bæði lívsroyndir og á politiska pallinum, til at eg kann megna uppgávuna.
Sum fólkatingsumboð fari eg at virka á øllum pallum, ið eru føroyingum at frama. Tað er týdningarmikið ikki at blanda tey mál, sum eiga at loysast í Føroyum, saman við fólkatingsarbeiðinum. Ósemjur í Føroyum eiga at verða verandi í Føroyum.
Samstarv hevur stóran týdning, og eg vil vera semjusøkjandi og samstarva við øll, ið vit kunnu fáa úrslit saman við.
Fái eg møguleikan, vil eg stremba eftir at umboða allar føroyingar á ein virðiligan og virknan hátt á fólkatingi.
Eyðgunn Samuelsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin