Vit gita – umaftur

Manslandsliðið: Tað gekk illa at gita í gjár, so vit gera eina roynd aftur í morgun

Í dag klokkan 14 spælir Føroyar móti Norðurmakedónia í Nations League kappingini. Dysturin er á Tórsvølli. Í gjár gittu vit, at fleiri broytingar vóru á liðnum og at bæði René Shaki Joensen og Jóan Símun Edmundsson møguliga sótu yvir, men tað stendur ikki við.

 

Í morgun gita vit hetta:

 

(Føroyar 4-1-4-1) Bárður á Reynatrøð - Jóannes K. Danielsen, Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – Meinhard E. Olsen, Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen – Jóan Símun Edmundsson

 

##ms##