Eftirløn í kollektivu sáttmálunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirferløgum tess eru tó oman fyri lógarásetta markið. Hetta merkir, at tá arbeiðsgevari rindar sáttmálaásetta eftirlønargjaldið er lógin uppfylt.
Tað skrivar Vinnuhúsið í morgun.
Eftirlønarlógin sigur, at persónur, sum ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur, og sum hevur fulla skattskyldu til Føroyar, hevur skyldu til at spara saman til egna eftirløn.
Munur millum sáttmálaásetta eftirlønargjaldið og lógarásetta eftirlønargjaldið
Tað er ymiskt í kollektivu sáttmálunum um eftirløn verður roknað av lønini einans ella av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn). Lógarásetta eftirlønin verður roknað av allari A-inntøku.
Arbeiðsgevarin rindar sáttmálaásettu eftirlønina til løntakar, ímeðan lógin ásetur, at arbeiðsgevarin skal flyta eftirløn til løntakara.
Tað eru eisini løntakarar, sum ikki eru fevndir av einum sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag. Her má arbeiðsgevarin tryggja, at lógarásetta eftirlønargjaldið verður roknað av løn og frítíðarløn, soleiðis at lógarkravið verður uppfylt.
– Til ber at lesa meira um eftirløn á heimasíðu okkara her: Industry, skrivar Vinnuhúsið.