Vit skulu venja okkum við nógv korona í nakrar vikur afturat

– Tað sær út til, at omikron er mildari enn onnur sløg av koronu – men vit skulu ansa væl eftir, sigur ráðgevari í koronu

##med2##

 

Seinastu tíðina hevur talið á smittutilburðum sett met dag um dag. Í løtuni er smittutalið 9,4 prosent. Tað merkir, at 9,3 prosent av teimum, sum verða kannað, eru smittað við koronu. Landslæknin hevur áður sagt, at tað talið skal helst vera undir tvey, og allarhelst undir 1,5. Í gjár vóru 382 nýggir tilburðir við koronu staðfestir og hesa seinastu vikuna hevur miðal talið á nýggjum tilburðum verið 233 tilburðir í miðal.

 

Bjarni á Steig, ráðgevari hjá myndugleikunum í koronu, heldur, at vit skulu venja okkum við tankan um, at smittutølini fara at vera høg í nakrar vikur afturat.Men tað góða er, at tað sær út til, at hóast omikron-varianturin smittar avbera illa, sær tað ikki út til, at fólk verða so sjúk.

 

Kortini ávarar Bjarni á Steig ímóti at vit bara lata standa til og lata smittuna fara frítt um landið.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr koronuráðgevaran greiða frá á FM1 um, hví hann heldur at tað hevur so stóran týdning at ansa eftir.

 

Í samrøðuni vísir Bjarni á Steig til r-talið. R-talið er eitt tal fyri, hvussu illa eitt fólk við koronu, smittar víðari. Er r-talið 1 merkir tað, at hvørt fólk, sum er smittað við koronu, í miðal smittar eitt annað fólk.